FÓTBÓLTUR
Besta føroyska løtan í dystinum leygarkvøldið var byrjanin á seinna hálvleiki, og ein av føroysku spælarunum, sum tá var við í nógvum av tí, sum hendi frameftir, var liðformaðurin, Christian Restorff Mouritsen.
– Júst løtan fyrst í seinna hálvleiki, sum vardi í einar 10-15 minuttir, er tað einasta, sum eg eri nøgdur við. Vit byrjaðu annars øgiliga illa í fyrra hálvleiki, men komu betur inn í dystin. Samanumtikið eri eg tó ikki nøgdur við innsatsin, segði hann.
– Sjálvur eri eg nøgdur, tí eg eri ikki í 100 prosents formi enn, men gjørdi tó mítt besta. Tað er bara stórur munur á at spæla her og so at spæla í Vodafonedeildini, tí hetta var nógv harðari og torførari.
Christian Restorff Mouritsen ásannaði somuleiðis, at rumenarnir vóru nógv skjótari og eitt nú vunnu allar ivabóltarnar.
– Vit vóru snøgt sagt ov sløvir og seinir í fyrra hálvleiki, men tað kann gerast nógv betri. Her og nú er mótið einki serligt undan Russlandsdystinum, tí vit hava jú akkurát tapt 4-0, men vónandi verður tað betri, tá tann dysturin nærkast, segði liðformaðurin.