Bara liðugt koppsett sleppa til New Zealands

Tá ið New Zealand aftur letur upp fer ferðafólki, verður tað við kravi um at vera liðugtkoppsettur.

Mynd: David Gray/Reuters/Ritzau Scanpix

Tað sigur Chris Hipkinsl ráðharri, sum stendur á odda fyri átakinum hjá stjórnini ímóti covid-19, í dag.

 

Kravið fer at galda frá 1. november og fevna um øll ferðandi yvir 17 ár.

 

– Hetta er eitt týdningarmikið stig hjá okkum. Sjálvt eitt einstakt smittuføri er ein vandi, sigur Chris Hipkins.

 

Hann leggur afturat, at tess fleiri ferða koppsett, tessi frælsari verða vit og færri avmarkingar erða.

 

– At vera koppsettur er tað effektivasta tiltaki ímóti útbreiðslu av covid-19 og vanda fyri álvarsamari sjúku ella at doyggja, sigur hann.

 

Kravið um at verða liðugtkoppsettur fevnir ikki um ríkisborgarar úr New Zealandi, flóttafólk, ung undir 17 ár ella persónar, sum av heilsuávum ikki kunnu koppsetast.

 

Landamørkini hjá New Zealandi hava verið stongd fyri útlendskum vitjandi síðani mars 2020 við sera fáum undantøkum.

 

Roknað verður við, sambært tíðndastovuni Reuters, at mørkini verða latin uppaftur fyri altjóða ferðandi fyrst í 2022.

 

/ritzau/

 

 

 

Mynd: David Gray/Reuters/Ritzau Scanpix