Í dag var bara línufiskur á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum. Tilsamans vóru 33 tons, sum vórðu seld fyri knappar 400.000 krónur.
Mest var av toski og longu. Toskur III fór fyri 13,52 krónur og toskur IV fyri 14,81 krónur. Av longu var mest av støddunum II og III, sum fóru fyri ávikavist 11,90 krónur og 9,90 krónur fyri kilo.
Umleið fimm tons vóru av hýsu. Hýsa II fór fyri 15,80 krónur og hýsa III fyri 14,81 krónur í meðal, og fyri brosmuna fingu skipini átta krónur fyri kilo.