Valstýrini er yniskt samansett. Summastaðni eru bert mannfólk, aðrastaðni bara konufólk. Og júst hetta seinna finna vit í Húsavík Í valhølunum í skúlanum í Húsavík sita í dag bert kvinnur. Tí eingi mannfólk hava eftir øllum at døma hug at fáast við slíkt í Húsavík.
Tað verður jú ofta sagt, at setur tú tvær hønur saman spyrjast egg burtur úr, meðan tveir hanar saman bara endar í bardaga.
Hvussu er og ikki, so høvdu tær fýra kvinnurnar í valstýrinum í Húsavík avgreitt 42 veljarar, tá Portalurin vitjaði klokkan fýra í dag. 13 av hesum veljarum høvdu valt við brævatkvøðum.
Eisini í Húsavík mettu tey, at tað var tunnilin, sum upptók fólk mest. Eftir at Føroyar eru vorðnar eitt valdømi, er politikkurin gliðin í bakgrundina, meðan tað meiri eru persónar, sum tað nú snýr seg um.










