Næsta umfar í 1. deild hjá kvinnum eftir summarsteðgin varð leikt um vikuskiftið, og longu nú ber til at hóma, hvussu stigatalvan fer at síggja út, tá ið seinasti bólturin er sparkaður.
Seinasta vikuskiftið varð ein dystur útsettur, men hesuferð vórðu allir tríggir dystirnir spældir sum ætlað.
KÍ vann trygt á B36
B36 hevur fyrr í ár verið í Klaksvík, og tá endaði tað við stórsigri til KÍ kvinnurnar, sum tá skoraðu heili níggju mál. Hesuferð vann KÍ bara 2-0, men ongantíð var nakar ivi um, hvønn veg dysturin fór at koppa. KÍ skoraði bæði málini miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur.
Fyrra málið gjørdi Vivian Bjartalíð, tá hon fekk fatur á einum innleggi frá Jensu Sirdal. Vivian helt høvdið kalt og legði heimaliðið framum. Eini tíggju minuttir seinni fekk KÍ seinna málið. Malena Josephsen fekk eina sending frá Margit Joensen, og Malena skeyt frá brotsteigarmarkinum uppum málverjan, sum var komin heldur langt út úr málinum.
KÍ hevði greiða yvirvág í fyrra hálvleiki, og teirra málverji hevði ikki serliga nógv at gera. Í seinna hálvleiki fekk B36 bóltin meira, men einki vandamikið álop stóðst av leikligu yvirvágini. Einki ivamál var um sigurin hjá KÍ, men dysturin kostaði eisini KÍ nakað, tí Rannvá Andreasen, sum í løtuni er toppskjútti hjá KÍ, varð rikin av vølli, eftir at dómarin hevði bríkslað dystin av. Hon fekk tá sítt seinna gula kort, og hon verður tískil ikki við í næsta dystinum.
Annars var nógvur vindur í Klaksvík sunnudagin, og tí var torført at fáa nakað skipað spæl í lag.
HB vann tepurt
Í Gundadali var NSÍ á vitjan, sum seinasta vikuskiftið ikki kundi manna lið móti KÍ. Hesuferð bar til og NSÍ kvinnurnar vóru eisini nær við at skaka HB liðið.
HB vann dystin 2-1, men NSÍ var frammanfyri í hálvleikinum við máli, sum Maibritt Olsen gjørdi miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Beint eftir steðgin javnaði Eyðvør úr Dímun fyri heimaliðið, og leingi sá út til at NSÍ skuldi fáa tað eina stigið.
Dysturin var sera javnur, og hann kundi farið báðar vegir. NSÍ hevði eitt skot á tvørliggjaran, sum eins væl kundi farið í málið, men HB kvinnurnar vildu tað øðrvísi. Tá tíggju minuttir vóru eftir skoraði Annika Godtfred sigursmálið, sum tryggjaði HB øll stigini.
HB verður kanska harðasti kappingarneytin hjá KÍ, men tað verður torført at vinna uttan Eyðvør úr Dímun, sum bara spælir ein dyst afturat, áðrenn hon fer niður.
VB vann stórsigur
VB bukaði skálakvinnur av suðuri í Vági. Úrslitið gjørdist heili 11-0, og støðan í hálvleikinum var 7-0 til vágskvinnur. Laila Jespersen var toppskjútti við trimum málum.
VB fer við hesum sigrinum upp á fyrsta pláss við sjey stigum, men tær hava leikt ein dyst meira enn KÍ, sum hevur seks stig fyri tveir dystir. Næsta vikuskiftið skal VB standa sína roynd, tá KÍ kemur suður, og tað verður spennandi at síggja, um tær enn eru á ovastu rók eftir henda dystin.
Næsta vikuskiftið verður grannauppgerð í Havn millum HB og B36, meðan oddaliðið KÍ skal suður til Vágs uttan Rannvu Andreasen, og botnuppgerð verður á Skála, har NSÍ kemur á vitjan.
Úrslitini sunnudagin vóru hesi:
KÍ - B36 2-0 (2-0)
KÍ: Vivian Bjartalíð, Malena Josephsen
HB - NSÍ 2-1 (0-1)
HB: Eyðvør úr Dímun, Annika Godtfred
NSÍ: Maibritt Olsen
VB - Skála 11-0 (7-0)
VB: Laila Jespersen 3, Guðrun í Lágabø 2, Halldóra Joensen 2, Diana Dahl, Rannvá Augustinussen, Annika Poulsen, sjálvmál