Hetta seinasta árið hevur gongdin í Føroyum verið ein tann frægasta í Evropa. Sum vit skrivaðu í áðni, hevur Hagstovan roknað seg fram, at hetta seinasta árið eru prísirnir í Føroyum, sum heild, hækkaðir 4,4 prosent.
Tað er er ímillum lægstu príshækkingarnar í Evropa.
##med2##
Sum tað sæst í talvuni oman fyri, er prísvøksturin í Føroyum umleið tann sami sum hann hevur verið í Finnlandi, í Svøríki og Íslandi. Í Danmark eru prísurin hækkaður 5,3 prosent, sum er eitt sindur meiri enn í Føroyum, men Í Noregi hevur hækkingin verið nakað lægri, ella 3,5 prosent.
Men talvan vísir, at tað er bara í fýra londum í Evropa, at tey eru frægari sloppin enn vit eru í Føroyum, og serliga í einum landi, í Turkalandi, hevur tað verið heilt galið, tí har eru prísirnir hækkaði 54,4 prosent.
Les meiri her: So nógv eru prísirnir hækkaðir hetta seinasta ári