Karin Egholm, brønshøj
Eg var ein av teimum hepnu, sum slapp at sita á áhoyraraplássunum undir løgtingsviðgerðini, sum skuldi snúgva seg um, hvørt orðini ”seksuel orientering” skulu skoytast upp í § 266b í revsilógini.
Eg gjørdist skelkað av at hoyra Jenis av Rana sitera bíbliuna frá tingsins røðarapalli, har hann serstakliga hávirdi Lot.
Jenis, tú segði bara helvtina av søguni. Tú tagdi um, at Lot jú framdi blóðskemd (incest) og fekk børn við sínum egnu døtrum!
Og hetta var søgan, tú brúkti at styrkja tínar grundgevingar fyri at forða samkyndum føroyingum í at fáa betri kor!
Moralur er góður – dupultmoralur ringur!
Hvør er t.d. tín viðmerking til, at ákæra í hesum døgum er reist móti 4000 prestum kring um í heiminum fyri at hava framt pædofili? Er tað ikki tíverri soleiðis, at pædofili og incest ov ofta kemur fyri í umhvørvum, sum eru fongd av ógvusligum og klaustrofobiskum religiøsiteti?
Tað vísir seg jú, at tess meira man háðar, fordømir og niðurger onnur, jú meira hevur man sjálvur at goyma....?
So Jenis, hóast eg eisini havi hvassar atfinningar móti løgtingsins formanni fyri ikki at passa sítt arbeiði – við at steðga tær í tíni fundamentalistisku og átrúnaðarligu prædiku frá einum parlamentariskum røðarapalli - so var eg kortini glað fyri, at tú segði, sum tú gjørdi. Tað fær meg nevniliga at gruna, at okkurt man vera, sum tú hevur at goyma – tí tjóvur trýr jú, at hvør maður stjelur, ikki so?
Og hvat billar tú tær inn, tá tú samanber samkynd við pædofil??!! Tú kanst ikki vera SO óupplýstur (ert tú ikki lækni eisini?), at tú ikki veitst, at homoseksualitetur merkir, at tvey javnstøðug vaksin menniskju forelska seg í hvørjum øðrum. Tað hevur EINKI við pædofili og blóðskemd móti børnum at gera! Men hetta roynir tú at fjala fyri tíni meinigheit og fólkinum í Føroyum – tøgn er gull, er tað ikki soleiðis, tú vilt hava tað at vera í Føroyum? Til frama fyri hvønn...? Fyri børnini og teirra rættindi????
Eg haldi eisini, at tín hávirðing av Lot og hansara pædofili er óhugnalig og vamlislig – hugsa sær, at tú troystar tær framman fyri eygunum á teimum ungu, ið sótu har á áhoyraraplássunum saman við mær, og sum tú fleiri ferðir talaði beinleiðis til....gys...