Bara gullið telur hjá Laudrup

Eftir higartil sera trilvandi avrik eydnaðist tað endiliga hjá Brøndby at vísa sannførandi spæl og at vinna á oddaliðnum

SUPERLIGAN

Michael Laudrup veit, hvat tað snýr seg um. Í tíðini í Juventus, Barcelona og Real Madrid var tað gerandiskostur hjá honum, at nógv hóvasták varð gjørt burturúr, og at trýstið á honum og feløgunum var ógvusligt.
Tí er tað kanska ikki so undarligt, at hann leggur stórt trýst á seg sjálvan, nú hann er vorðin venjari í Brøndby, sum er tað felagið, ið hevur vunnið mest í Danmark seinastu tjúgu árini.
Sunnudagin gekk tað væl betri hjá Brøndby, enn tað hevur gjørt higartil í nýggju superliguni. Teir vóru á heimavølli ímóti oddaliðnum OB, og tað var eingin ivi. Teir í Brøndby vóru agressivir og væl upplagdir, og teir vunnu heilt uppiborið 2?0.
Eftir dystin staðfesti Michael Laudrup, at fyri hann og felagið er einki annað nóg gott enn tað, at teir endurvinna meistaraskapin. So vita Todi Jónsson og hinir í FCK tað.
Við tepra men uppiborna 1?0 sigrinum á heimavølli ímóti AB, syrgdi FCK fyri, at teir framvegis eru væl við í toppinum. Talan var um besta avrikið í hesum kappingarárinum. Úrslitini hava verið hampulig, men spælið hevur ikki verið felagnum verdugt, halda teir í FCK, og harvið leggja teir eisini trýst á seg sjálvar.

Esbjerg á botni
Tað er so stutt frá tindinum og á botnin. Eisini í fótbólti. Tað kundu teir í Esbjerg væl skriva undir uppá sunnukvøldið. Eftir at teir mikukvøldið vunnu 3?0 á heimavølli ímóti FCK og vórðu róstir upp til skýggja, so fóru teir fullkomuliga niður við nakkanum sunnudagin.
Í Viborg, har heimaliðið hevði havt sera jánkasliga byrjan upp á nýggja kappingarárið, tapti Esbjerg 6?0, eftir at støðan í steðginum hevði verið 3?0.
Álopsspælarin Sasho Petrovski er í Viborg, men undan sunnudegnum hevði tað einki ligið fyri hjá australiumanninum. Hesa ferð gjørdi hann ein orduligan vørr. Hann skoraði trý av málunum, og makkarin hjá honum ? karismatiski Søren Frederiksen ? skoraði tvey.
Longu leygardagin vann Farum 1?0 á Køge. Hetta var fyrtu ferð yvirhøvur, at Farum vann á hinum uppflytara liðnum, sum nú er illa fyri í botninum.
AaB er aftur í toppinum. Gestirnir úr Silkeborg vóru tætt við í 1. hálvleiki,t á teir sendu í stólpan, men fýra minuttir eftir steðgin skoraði estlendski Andres Opter, og so var liðugt. Silkeborg fekk í síðstu løtu brotsspark, men Jimmy Nielsen í AaB málinum bjargaði.
AGF kom enn eina ferð ósigrað undan, eftir at teir tvær ferðir høvdu verið undir. Í Ikast var úrslitið 2?2. Morten Poulsen, sum nú er toppskjútti í superliguni, skoraði annað málið, og Brian Steen Nielsen skoraði hitt. Í báðum førunum var talan um langskot.