Bara góðar royndir við el-bili

- Vit keypa heilt víst el-bil aftur, tá hesin skal skiftast út, sigur Gerda Bjarkadóttir Magnussen.

 

Er tín bilur bensin, diesel, el ella annað? 

- Vit keyptu okkum el-bil í fjør.

Hvørjar royndir hevur tú av bilinum? 

- Vit hava verið væl nøgd við keypið og hava bert góðar royndir at vísa á. Komforturin er frálíkur; bilurin er ljóðleysur, koyrir langt við hvørjari løðing og er bíligur í drift. 

Tað sigur Gerda Bjarkadóttir Magnussen í Húsavík.

Hon vísir á, at umframt hetta, hon her hevur nevnt, er tað framúr at kunna løða bilin heima, og tá tørvur er á at løða aðrastaðni, er atkomiligheitin góð og tekur stutta tíð.

Hugsar tú um el-bil til næsta keyp? 

- Ja, vit keypa heilt víst el-bil aftur, tá hesin skal skiftast út, sigur Gerda Bjarkadóttir Magnussen.

 

(Í seinasta VikuskiftisSosiali høvdu vit serblað um bilar)