Bara friður við samráðingum

Kreppan í Miðeystri kann einans loysast við samráðingum, og palestinar kunnu ikki fáa egið ríki uttan at samráðast við Ísrael. Tað var boðskapurin, tá amerikanski forsetin, Barack Obama, helt røðu á ST-aðalfundinum í dag.

-Tá samam um kemur, eru tað ísraelsmenn og palestinar og ikki vit, sum skulu røkka einari semju um tey mál, sum skilja partarnar so sum markið, trygdin, flóttafólk og Jerusalem, segði Obama og segði afturat, at tað er ikki nóg mikið at fáa frið, men varandi frið.

Palestinar hava boðað frá, at teir ætla at biðja ST-aðalfundin um limaskap í heimsfelagsskapinum, men í New York royna amerikanskir og aðrir diplomatar at forða tí og at finna onkra aðra loysn.