Bara FM-finalan eftir

Flogbóltur: Meistaradeildin hjá kvinnum er nú liðugt spæld.

Síðstu dystirnir í FM-grundspælinum í meistardeildini hjá kvinnum vóru í gjár, og tað er nú klárt til at spæla FM-finalu, sum verður ímillum Drátt og KÍF.


Dráttur vann greiðan 3-0-sigur í Gundadalshøllini ímóti Fleyr í gjár, har settúrslitini vóru 16-25, 16-25, 15-25. ÍF vann 3-0 ímóti SÍ, meðan TB vann 3-0 ímóti Ternuni.


Á fremsta plássi endar Dráttur við 38 stigum, KÍF nummar tvey við 32 stigum og TB vinnur bronsuna við 31 stigum.


FM-finalurnar millum Drátt og KÍF verða spældar í høllini á Hálsi skírishósdag 13. apríl og páskaaftan 15. apríl.