Bara fimm møguleikar hjá Tjóðveldi

Tá Tjóðveldi næsta leygardag skal velja nýtt forfólk hava tey bara fimm møguleikar

Drúgvastu royndirnar í Tjóðveldi eftir Høgna Hoydal hevur Bjørt Samuelsen, sum fyrstu ferð varð vald á ting í 2008.

Tí sambært lóg fyri Tjóðveldi, so skal formaðurin ella forkvinnan veljast millum valdu tingfólk floksins, sum skrivað stendur:

 

»Flokstingið velur floksforfólkið. Í uppskoti kunnu bara vera teir limir floksins, sum eru valdir í løgtingið«.

 

Tað merkir, at valið stendur millum hesi fólkini:

Bjørt Samuelsen, sum fekk 759 atkvøður

Sirið Stenberg, sum fekk 457 atkvøður

Hervør Pálsdóttir, sum fekk 376 atkvøður

Annika Olsen, sum fekk 335 atkvøður

Dennis Holm, sum fekk 305 atkvøður

 

Tey trý varafólkini hjá Tjóðveldi á tingi, Eirikur í Jákupsstovu, Liljan Weihe og Erling Eidesgaard kunnu ikki veljast til forfólk, júst tí, at tey eru varafólk og ikki vald beinleiðis á ting. 

 

Til samanberingar kann nevnast, at tá Aksel V. Johannesen í 2011 varð valdur til formann í Javnaðarflokkinum var hann ikki løgtingsmaður, men landsstýrismaður.

 

Drúgvastu royndirnar í Tjóðveldi hevur Bjørt Samuelsen, sum varð vald á ting í 2008. Hon kom í landsstýrið, tá Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Miðflokkurin skipaðu samgongu. Tann samgongan slitnaði eftir hálvum ári í september í 2008.

Skal Bjørrt Samuelsen verða forkvinna í Tjóðveldi, so fær hon illa sitið sum løgtingsforkvinna – hóast eingin regla forðar tí. Men tað ber illa til hjá einum floksforfólki at virka sum floksforfólk og løgtingsforfólk.

Tað sannaði Marita Petersen í 1995, tá hon var forkvinna í Javnaðarflokkinum og í Løgtinginum. Hon legði sessin frá sær í 1995.

Skuldi valið hjá Tjóðveldi fallið á Bjørt Samuelsen, so leggur hon forkvinnusessin í Løgtinginum frá sær. So er spurningurin, um Høgni Hoydal so tekur við sum løgtingsformaður og Bjørt Samuelsen sum uttanríkisráðfrú, tað er ein møguleiki.

 

##med2##

Bjørt Samuelsen er eitt ár eldri enn Høgni Hoydal, so verður hon forkvinna, so verður hon ikki sitandi eins leingi og Høgni Hoydal.

Næstdrúgvastu royndirnar hevur Sirið Stenberg, sum er tvey ár yngri enn Høgni Hoydal. Hon hevur sitið á tingi síðani 2012.

Nýggjasti limurin í Tjóðveldi, Annika Olsen, verður neyvan upp á tal til forkvinnu.

Síðani kemur Hervør Pálsdóttir, sum hevur sitið á tingi síðani 2019. Hon er 28 ára gomul – seks ár yngri enn Høgni Hoydal var, tá hann í 2000 tók við sum formaður.

Tann fimti, sum kann veljast til formann, er Dennis Holm, sum varð valdur á ting fyri Tjóðveldi fyrstu ferð á seinsta løgtingsvali í 2022. Hann hevur áður sitið sum borgarstjóri í Vági í tvey skeið fyri Tjóðveldi.

 

Drúgvastu royndirnar í Tjóðveldi eftir Høgna Hoydal hevur Bjørt Samuelsen, sum fyrstu ferð varð vald á ting í 2008.