FSF-sáttmálar
Skal ein spælarasáttmáli hava gildið innan føroyska fótbóltsheimin, so er eitt krav, at hesin er góðkendur av FSF.
Tað hevur verið reglan, sum føroyskur fótbóltur hevur arbeitt eftir, og í ávísum førum hevur hetta skapt trupulleikar hjá feløgum, tá tey ikki hava havt sáttmála við spælara, sum tí er farin í annað felag. Nakað sum fleiri ítøkilig dømi hava verið um seinastu trý-fýra árini.
57 sáttmálar íalt
Eftir stóra málið um spæliloyvi í fjør, har KÍ og B36 vórðu dømd at tapa dystir sínar í kappingini um Løgmanssteypið, vóru boðini frá FSF, at tað í størri mun skuldi vera alment gjøgnumskygnin í loyvisgevanini. Eitt, sum tá varð nevnt, var at øll spæliloyvi skuldu leggjast út á heimasíðuna, og nú hevur FSF tikið fyrsta stigið mótvegis hesum.
Í fyrsta umfari er talan tó um yvirlit yvir sáttmálabundnar spælarar, og fyri nógv man hetta vera skelkandi lesnaður. Tilsamans hava bara 57 sáttmálar FSF-góðkenning, og av hesum eru bara teir 40 í Formula-deildini.
Tað vil við øðrum orðum siga, at verður sæð burtur frá hesum 40 sáttmálabundu spælarum, eru allir spælarar í í Formula-deildini í veruleikanum fríir fuglar. Sjálvandi hevur ein sáttmáli gildi skilt soleiðis, at feløg kunnu velja at fara rættarliga vegin, um talan er um sáttmálabrot. Men hvat spæliloyvum og tilknýti til felag viðvíkur, hava ikki-góðkendir sáttmálar altso ikki gildi. Vil ein spælari, sum ikki hevur FSF-góðkendan sáttmála skifta felag, kann hetta gerast sambært reglunum fyri áhugaleikarar. Og tað átti alt annað líka at verið eitt satt ræðsluscenario fyri feløgini.
Skal metast eftir yvirlitinum á www.football.fo, so er hetta tó ikki nakað, sum hevur serliga stóra ávirkan á leiðslurnar í feløgunum.
Bara fýra av teimum 10 feløgunum í Formula-deildini hava sáttmálabundnar spælarar yvirhøvur, og hjá onkrum felag er talan um spælarar, sum eru bundnir at felagnum við atliti at framtíðini, heldur enn sum týðandi partur av hópinum her og nú.
Verður hugt at yvirlitinum yvir góðkendar spælarasáttmálar, sum FSF nú hevur lagt út á heimasíðu sína, so tykist hetta tó ikki at hava serliga stóran ávirkan á ymsu fótbóltsfeløgini.
Í deildini, sum helst kemur at eita 1. deild í komandi kappingarári, tykjast tað fyrst og fremst vera AB og B71, sum hava aktað boðini úr FSF, meðan Sumba hevur ein spælara skrásettan. Hesin er málverjin hja felagnum, Marcin David. Við samanleggingini av VB og Sumba í huga, er tó kanska rættari, at hesin verður roknaður sum heimahoyrandi hjá VB í Formula-deildini.
Fullfíggjaði listin yvir spælarasáttmálar kann síggjast á heimasíðuni hjá FSF, www.football.fo.
---
Fakta
Feløg uttan sáttmála
B36
Skála
ÍF
VB
GÍ
B68
Feløg við sáttmála
Formula-deildin
HB11
EB/S8
KÍ9
NSÍ4
1. deild
Sumba1
B7112
AB12










