Fótbótlur
Eftir at tað tey fyrstu umførini gekk sum eftir ánni hjá teimum báðum Suðuroyar feløgunum er rættuligur stígur komin í hjá TB. TB tapti hesa ferð tepurt á Argjum, og tað ber við sær, at TB einki hevur fingið burturúr trimum teimum seinastu umførunum. Harvið er TB dottið niður um uppflytingarplássini.
AB vann 1-0 við máli, sum Dion Splidt skoraði beinleiðis upp á horna úr høgru. Senegalesiski Joseph Bassene hjá TB og seinni Dion Splidt hjá AB sendu bóltin á trækarmin. Serliga heimaliðið hevði málmøguleikar, uttan at mál spurdust burturúr hjá nógvu ungu monnunum á Argjum.
Í Gundadali vitjaði VB/Sumba teir næstbestu hjá HB, og fyri fyrstu ferð í ár vann VB/Sumba ikki fulla úrtøku. Talan var um fínt undirhald og framúr mál. Ikki minst tá ið Hendrik Rubeksen við fínum lobbara upp um Bjarna Johansen økti til 3-1. Tað boðar frá góðum morali, at VB/Sumba tvær ferðir megnaði at reisa seg, hóast HB var á odda við tveimum málum.
Tað gekk striltið hjá 07 Vestur at fáa hol á í góðveðrinum á Svangaskarði. Nógvu vágafólkini á áskoðaraplássunum vóru farin at ótolnast, og tí var frøin stór, tá ið tað glapp, og so gekk skjótt í 2. hálvleiki. Serliga liðformaðurin, Tór-Ingar Akselsen, var væl upplagdur í vinstra borði, har uppspælið til flestu málini var.
Hálvskaddi Kim Poulsen varð settur á vøllin beinanvegin eftir steðgin. Hann skoraði tvær ferðir eftir returbóltar í brotsteiginum, og so fór hann skaddur av aftur vøllinum. Andrzej Stretowicz økti til 3-0 við stútara eftir frísparksinnlegg frá Tór-Ingari, og tá ið hann økti til 4-0, lyfti hann bóltin aftur um seg sjálvan og B68 málverjan Alberg Gaardlykke. Innskifti Sjúrður Ellefsen staðfesti rimmar sigurin við langskoti. Hetta var fyrsti útisigurin hjá 07 Vestur, sum higartil bara hevur spælt tvær ferðir á útivølli. Í fyrru útivallar royndini taptu vágamenn 4-0 á Sevmýri.
Í trimum teimum seinastu uppgerðunum hevur 07 Vestur vunnið níggju stig við málmuninum 18-1. Tað ber pláss omanfyri uppflytingarstrikuna við sær.
NSÍ vann trý tey fyrstu stigini, tá ið teir úr Runavík vitjaðu í Streymnesi. Úrslitið var 4-1,. Unglingaspælarar skoraðu øll NSÍ málini. Aftur hesa ferð var Øssur Dalbúð tvífaldur málskjútti, meðan Pól Jóhannus Justinussen og Jann Martin Mortensen, sum var við í uppspælinum til fleiri av málunum, skoraðu hvør sítt.
Í Klaksvík fór Víkingur avstað við einum stigi, eftir at KÍ hevði verið leikliga omaná og misnýtt eina røð av møguleikum, sum Mortan Joensen vardi fyri ella sum vórðu misnýttir orsaka av óneyvleika í skotroyndunum. Tórður Lervig legði heimaliðið á odda við góðum skoti av brotsteigarmarkinum, og Sigfríður Olsen javnaði fyri Víking við góðum stútara.










