Endamálið við filminum er at gera ein bíligan, øðrvísi film. Uttan eitt tað einasta klipp var filmurin tikin upp.
Dóttirin Sally kemur heim til mammuna. Forhold teirra er ikki gott, og tað ger tað ikki betur at elskarin hjá mammuni er har. Nógv verður lagt á borðið og nógv hendir hesar 78 minuttirnar. Søgugongdin er júst eins lang sum filmurin og gongur fyri seg á somu tíð á degnum.
Hugskotið er fínt og framleiðslutoymið er komið væl frá tí. Við hesum filminum varð víst at til ber at framleiða ein góðan film, uttan at vera í Hollywood. Søgugondin er væl skrivað og persónarnir eisini væl úthugsaðir. Filmingin er sum væntað av einum slíkum filmi. Nógvar óneyðugar myndir og drúgvar senur.
Filmurin er samanumtikið ikki serstakliga góður, men frálíkur, tá hugsað verður um umstøðurnar. Hóast filmurin er ein væleydnað roynd, meti eg ikki at hetta slagið av filmi átti at verið óneyðuga nógv dyrkað.









