Bara eitt lið skoraði í øllum sínum EM-dystum

Aftaná hálvfinalurnar staðfesta íslendingar, at teir vóru teir einastu, sum skoraðu í øllum teirra dystum í EM-endaspælinum

Íslendingar fóru heim úr Fraklandi mánadagin, aftaná eitt minniligt EM-endaspæl, har teir, sum nógv tað minsta landið nakrantíð í einum EM-endaspæli vunnu seg í fjórðingsfinaluna, har krútsterka franska liðið gjørdist endastøðin hjá íslendingum. Íslendska liðið, og ikki minst teir íslendsku fjeppararnir hava tó verið stórliga fagnaðir av heimspressuni, og nú byrja mong lið at taka íslendska víkingaklappið til sín. 

 

Men nú hava íslendingar funnið enn meiri at gleðast um. Aftaná 0-2 tapið hjá Wales ímóti Portugal í EM-hálvfinaluni ígjár staðfesta fegnir íslendingar, at teir eru einasta liðið í EM-endaspælinum, sum hevur skorað í øllum dystunum. Týskland spældi 0-0 ímóti Pólandi í bólkaspælinum, Portugal spældi 0-0 ímóti Eysturríki í bólkaspælinum, og Frakland spældi 0-0 ímóti Sveis í bólkaspælinum.

 

Við 1-1 javnleikum ímóti Portugal og Ungarn, 2-1 sigrum yvir Eysturríki og Onglandi, og einum 2-5 tapi ímóti Fraklandi í fjórðingsfinaluni gjørdist Ísland einasta landið í EM-endaspælinum, sum skoraði mál í øllum sínum dystum.

 

Og nú staðfestir íslendska Morgunblaðið eisini, at Frakland hermir eftir Íslandi, og brúkti víkingaklappið aftaná 2-0 hálvfinalusigurin yvir Týsklandi í kvøld. 

 

Nú er bert finalan á Stade de France leikvøllinum í París eftir. Finalan millum Frakland og Portugal verður spæld sunnukvøldið klokkan 20.