- Bara eitt línuskip er til fiskiskap og kemur inn at landa mánadagin. Skipið hevur mest av toski, svartkalva og so nakað av blálongu og lira.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Lagt verður aftrat, at okkurt línuskip væntandi fer út aftur í næstum.
- Streymurin verður góður, og veðurútlitini eru hampilig. Men, hóast hetta vænta vit ikki nógvan útróðrarfisk, tí fleiri útróðrarmenn pussa bátarnar upp - ella hava tikið sær summarfrí.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at hetta er vánalig fiskitíð hjá útróðrarbátum.