Bara eitt flogfar er lent í Vágum í dag

Nógvi mjørkin hevur darvað flogferðsluni í allan dag. Bara eitt flogfar er lent í Vágum, tað var flogfarið, sum kom úr Keypmannahavn, tað lendi kl. 18:42. RC2455 stendur at koma kl. 20:45, tað kemur via Bergen

RC 453 stendur at koma kl. 20:38, tað kemur úr Keypmannahavn

RC 455 stendur at koma kl. 00:45, tað kemur eisini úr Keypmannahavn

Bara eitt flogfar er farið, tað fór kl. 10:45, eitt stendur klárt at fara nú, tað fer kl. 19:30, so stendur eitt at fara kl. 21:30. Øll, sum fara avstað, fara til Keypmannahavnar.

Ættin er landsynningursunnan, vindferðin liggur um 3-4 m/sek, seinni í kvøld gongur hann upp í eystan og vindferðin fer at koma upp í 6 m/sek. Eysturættin er góð ætt í Vágum, so tá verður helst klárt, hann verður eystan í alla nátt, men um 10-tíðina í morgin verður hann aftur landsynningur, seinni í morgin verður eingin ætt, tað verður púra stilt.