Øll eru skelkað. Eg vildi ikki trúgva tí. Teir hava logið fyri okkum alla tíðina.
Avvarðandi hjá teimum 13 kolanámsarbeiðsmonnunum, sum vórðu stongdir inni í einum námi í West Virginia mánadagin, vóru á gosi, tá tað í morgun frættist, at 12 av monnunum vóru funnir deyðir.
Tríggjar tímar frammanundan høvdu tey fingið at vita, at ein maður var deyður, og at hinir 12 vóru funnir á lívi. Fólk hálsfevndust, og kirkjuklokkurnar ringdu, men løtu seinni vendist gleðin til sorg. Bara tey avvarðandi hjá í 26 ára gamla Randal McCloy kundu fegnast. Hann hevði fingið stóran skaða, men var á lívi.
Teir 13 menninir, sum júst vóru farnir til arbeiðis aftan á jólafrítíðina, vóru tríggjar kilometrar inni í náminum og 80 metrar undir jørð, tá ein spreinging gjørdi, at teir sluppu ikki úitaftur. Bjargingarlið fóru alt fyri eitt undir at royna at bjarga monnunum, men arbeiðið var trupult, tí nógv gass var í náminum. Í nátt bleiv kunngjørt, at bjargingarliðini høvdu funnið ein mann deyðan, men at hinir 12 vóru á lívi.
Tað vísti seg at vera beint øvugt.
Tað er fyritøkan International Coal Group, sum eigur námið, ið er í Tallmansville einar 160 kilometrar í landnyrðing úr Charleston.