Ríkisfelagsskapurin
? Eftir ráðstevnuni hjá Atlantsblokkinum at døma, hava føroyingar ikki brúk fyri blokkinum úr Danmark. Tvørturímóti er hann skaðiligur og ein orsøk til, at føroyski búskapurin fer upp á kók.
Í orðaskiftinum, sum var á Fólkatingi nú ein dagin, segði Lisbeth Petersen, at danir sótu eftir við teirri fatan, at føroyingar misbrúktu tey fíggjarligu rættindi, vit høvdu frá danska statinum.
? Aftaná slíkan boðskap, er tað sjálvsagt, at danskir politikarar gera vart við seg og vilja hava broytingar
Lisbeth Petersen sigur, at hetta er ein linja, sum er í fullum samsvari við politikkin hjá undanfarna landsstýri og har allir miðlar vórðu brúktir fyri at vísa á alt tað negativa við ríkisfelagsskapinum,
Men hon gjørdi samstundis vart við, at hetta er ikki áskoðanin hjá hesum landsstýrinum.
? Í ríkisfelagsskapinum hava vit rættindi, sum vit ikki skulu misbrúka, men brúka á forsvarligan hátt.
? Tí skulu komandi samráðingarnar ímillum Føroyar og Danmark um blokkin byggja á á veruleikan ? og blokkurin er ein samráðingarspurningur.
Elvt til stórar trupulleikar
Lisbeth L. Petersen vísti á, at tað hevði elvt til stórar trupulleikar í Føroyum, at undanfarna landsstýrið skerdi blokkin 367 milliónir um árið.
? Fyri fyrstu ferð í fleiri ár, er hall á fíggjarlógini.
Hon segði, at annars at eftir ráðstevnuna hjá norðuratlantsbólkinum, høvdu nógv fingið tað fatan, at føroyski búskapurin var ov heitur. Men hesum var hon alt annað enn samd um og hon vísti á fleiri viðurskifti, sum skuldi vísa á tað øvugta.
· Húsaprísirnir í Havn standa í stað, men úti um landið eru teir fallandi.
· Arbeiðsloysið í Føroyum veksur skjótt og útgjaldið hjá ALS er hækkað.
meiri enn 50% hetta seinasta árið. Og útgjaldið úr fiskavirkisskipanini hjá ALS er hækkað
næstan 100%.
· Alivinnan skuldi geva okkum eitt bein at standa á afturat fiskivinnuni, men alivinnan er í
svárari kreppu.
· Føroyska fiskivinnan stendur seg sum heild illa og partar av fiskiflotanum eru beinleiðis hóttir.
? Sostatt er blokkurin einasta trygga inntøkan í einum ógvuliga ótrygum búskapi - og sostatt er blokkurin heldur ikki so einfalt mál at loysa í einum sera viðbreknum búskapi, sum bara hevur eitt bein at standa á, segði Lisbeth Petersen á fólkatingi