Góðkenningin hjá Ungarn av svenskum Nato-limaskapi er nú bara »ein tøkniligur smálutur«.
Tað sigur uttanríkisráðharrin hjá Ungarn, Peter Szijjarto, sambært tíðindastovuni AFP í dag.
– At fremja góðkenningartilgongdina er nú bara ein tøkniligur spurningur, sigur hann.
Boðini koma, dagin eftir at aðalskrivarin hjá Nato, Jens Stoltenberg, á einum tíðindafundi í Vilnius segði, at Turkaland hevur sagt ja til at góðkenna upptøku av Svøríki sum lim í Nato.
Ungarn og Turkland eru síðstu tveir limirnir í Nato, sum enn ikki hava góðkent svenska limaskapin í vesturlendsku hernaðarsamgonguni.
/ritzau/AFP











