- Sum støðan ímillum tey trý sjúkrahúsini er nú, er bara ein tapari. Og tað er sjúklingurin.
Hóast nógvar ákoyringar seinastu dagarnar frá sjúkrahúsinum í Klaksvík og í Suðuroy, stendur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum fast um, at tey trý sjúkrahúsini skulu samstarva nógv meiri enn tey gera nú.
Og hann leggur dent á, at tað er ongin orsøk at stúra fyri, at tey smáu sjúkrahúsini fara at verða løgd undir Landsssjúkrahúsið sum frá líður.
Tað er annars júst tað, sum bæði Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús eru bangin fyri, eftir at avgerð nú er tikin um at hereftir skulu tríggir leiðandi yvirlæknar á Landssjúkraúsinum hava fíggjarligu ábyrgdina av allari játtanina til serviðgerð uttanlands. Hendan játtanin umfatar eisini heimtøku av viðgerðum, har útlendskir serlækna koma til Føroya at viðgera súklingar.
Í hesum sambandi eru leiðreglur gjørdar fyri serviðgerð uttanlands og heimtøku, men tær hevur landsstýrismaðurin ikki góðkent enn og sostatt eru tær heldur ikki settar í verk.
Eftir leiðreglunum er tað heilsumáluráðið sum tekur avgerð um heimtøkur í hvørjum einstøkum føri.
Úr 30 niður í 3
Landsstýrismaðurin leggur dent á, at tað er ikki Landssjúkrahúsið, sum skal hava ábyrgdina av játtanini til serviðgerð uttanlands, men tríggir leiðandi yvirlæknar. Yvirlæknarnir kring landið fáa eisini framyvir heimild at ávísa sjúklingar til viðgerð uttanlands og teir tríggir leiðandi yvirlæknarnir skulu ikki meta um hvønn einasta sjúkling, sum skal uttanlands.
Men teir fáa yvirskipaðu ábyrgdina av játtanini.
Aksel V. Johannesen sigur at áður hava tað verið 30-35 yvirlæknar, sum hava sent sjúklingar til serviðgerð uttanlands, men teir høvdu onga sum helst figgjarliga ábyrgd av játtanini og tí hevur verið sera tórført at hava tamarhald á játtanini.
- Tað varð ov langt ímillum tey, sum vístu sjúklingar til serviðgerð uttanlands og tey, sum høvdu ábyrgdina av játtanini, sum var heilsumálaráðið og tí var neyðugt at fáa ábyrgdina fyri játtanina og heimildina at senda sjúklingar uttanlands, at fylgjast meiri at.
Tí verða tað tríggir leiðandi yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum sum fáa evstu ábyrgdina av játtanini.
Men landsstýrismaðurin staðfestir, at tað er undir ongum umstøðum ætlanin at steðga heimtøkuverkætlanum hjá teimum smáu sjúkrahúsunum.
Ongin orsøk at stúra
Samstundis skal ein samstarvsavtala gerast millum tey trý sjúkrahúsini og sum vit hava víst á í Sosialinum seinastu dagarnar, stúra tey bæði í Klaksvík og í Suðuroy fyri, at hetta fer so við og við at geva Landssjúkrahúsinum alt valdið yvir teimum smáum sjúkrahúsunum.
Í útjaðaranum halda tey rætt og slætt, at hetta fer at verða endin á Klaksvíkar- og Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Men Aksel V. Johannesen vissar um, at tað er grundarleyst.
- Vit hava trý sjúkrahús í Føroyum og tað er tann greiði politiski viljin at vit eisini framhaldandi skulu hava trý sjúkrahús, staðfestir hann.
Hinvegin er tann stóri trupulleikin, at virksemið á teimum trimum sjúkrahúsinum ikki er samskipað.
- Hetta minnir mest um eina fótbóltskapping ímillum TB, HB og KÍ. Men tað er ein kapping, har tað er ilt at fáa eyga á nakran vinnara.
- Hinvegin er bara ein stórur tapari og tað er áskoðarin, sum ikki fær tað fyri pengarnar, hann hevur krav upp á.
Landsstýrismaðurin sigur, at avbjóðingin verður at fáa tey trý sjúkrahúsini at spæla sum eitt landslið, so at vit fáa sum mest burtur úr hvørjari krónu, vit hvørt ár játta heilsuverkinum.
Aksel V. Johannesen vísur eisini til ABC samgonguskjalið, har tað stendur, at tey trý sjúkrahúsini skulu samskipast betri fyri at kunna virka sum ein eind, bæði við yvirskipaðari leiðslu og við at skipa tvørgangandi funktiónir ímillum sjúkrahúsini.
Tað stendur somuleiðis í samgonguskjalinum, at fastar mannagongdir skulu skipast um samskifti og samstarv um einstaka sjúklingin, ímillum sjúkrahúsini, kommunulæknar og Nærverkið.
Samgongan hevur eisini sett fær fyri at endurskoða reglarnar fyri ávísing til viðgerð uttanlands.
Skilir ikki trupulleikan
- Higartil hava vit sett eitt sjúkrahússtjóraráð og ein strategiskan leiðslubólk, sum hava til uppgávu at samskipa samstarvið ímillum tey trý sjúkrahúsini, so at tey koma at virka sum ein eind og ikki sum trý, atskild sjúkrahús.
Í tí sambandi er ein samstarvsavtala gjørd, sum er ein rammuavtala fyri, hvussu samstarvið skal vera.
- Tá ið bæði sjúkrahúsið í Suðuroy og í Klaksvík stúra fyri, at hetta fer at niðurlagað smáu sjúkrahúsini, skilji er rætt og slætt ikki, hvussu tey kunnu fáa tað burturúr avtaluni.
Men eg havi varhugan av, at blandingur er komin í málið um samstarvsavtaluna og málið um, at játtanin til serviðgerð uttanlands er løgd undir tríggjar yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum.
- Arbeitt hevur í eina tíð verið við at leiðreglur fyri serviðgerð uttanlands og heimtøkuverkætlanir.
- Og eftir at málið er viðgjørt í sjúkrahússtjóraráðnum og strategiska leiðslubólkinum, gjørdi landsstýrismaðurin í heilsumálum síðsta summar av at leggja fíggjarligu ábyrgdina av játtanini til serviðgerð uttanlands og heimtøkuverkætlanir undir teir tríggjar leiðandi yvirlæknarnar á Landssjúkrahúsinum.
Bæði Jákup Petersen, yvirlækni í Klaksvík og Hans Petur Nielsen, yvirlækni á Tvøroyri, siga, at hetta var mest at samanlíkna við eitt kvett, tí hetta varð alt avgreitt í eini handavending síðsta summar, ímeðan umboð fyri tey bæði smáu sjúkrahúsini vóru uttanlands og ikki kundi møta á fundum um málið?
- Tað er rætt, at onkur fundur var í visitatiónsnevndini, uttan at teir báðir yvirlæknarnir vóru til staðar, men annars vóru onnur umboð til staðar fyri tey smáu sjúkrahúsini - í øllum førum vóru umboð til staðar fyri Klaksvíkar sjúkrahús.
- Men hetta er fyrst og fremst ein fyrisitingarlig avgerð, sum heilsumálaráðið hevur tikið sum evsti ábyrgarhavari.
Aðrir bollar í suppuna
Tað, sum Hans Petur Nielsen fýlist at í nýggju samstarvsavtaluni, er, at hon er bara yvirskipað og at onki stendur í henni um, hvussu tey trý sjúkrahúsini ítøkiliga skulu samstarva?
- Nei, men hetta er ein karmur fyri, hvussu samstarvið skal vera og eg dugi rætt og slætt ikki at síggja trupulleikan. Útfrá hesi rammuavtaluni skulu so aðrar undiravtalur gerast um, hvørji øki samstarvast skal um og, hvussu tað samstarvið skal fara fram.
Higartil hava hvørki Klaksvíkar Sjúkrahús ella Suðuroyar Sjúkrahús viljað skrivað undir samstarvsavtaluna. Hvat hendir vissi tey halda fast um sína støðu?
- Tað er eitt greitt mál, at tey trý sjúkrahúsini skulu samskipast so at tey virka sum ein eind. Tað er eisini eitt greitt mál, at leiðslurnar á teimum trimum sjúkrahúsunum skulu finna felags stev í semju. Vónandi vísa partarnir vilja til samstarv, so at tað eydnast innan rímiliga tíð. Men spyrst onki burtur úr innan rímiliga tíð, mugu aðrir bollar í súpanina, sum landsstýrismaðurin málber seg.
Hvat liggur í tí?
- Tað liggur tað í tí, at so má politiska skipanin og heilsumálaráðið onkusvegna skera út í kortið, hvussu samstarvið skal vera. Men so er samstundis svandi fyri, at tey trý sjúkrahúsini frásiga sær ávirkan á, hvussu samstarvið verður skipað. Tað er í øllum førum greitt, at ætlanin at samskipa tey trý sjúkrahúsini verður undir ongum umstøðum slept.
Merkir tað, at so verður tað heilsumálaráðið, sum sker ígjøgnum og sigur, hvussu samstarvið skal vera?
- Tað er ein spurningur sum skal viðgerðast politiskt. Men tað ber ikki til, at vit hava tríggjar sjúkrahúsleiðslur, sum ikki vilja samstarva
Fer tað so at fáa avleiðingar fyri leiðslurnar?
- Tað sigi eg ikki. Nú royna vit at finna semju við samráðingum, men eydnast tað ikki, má okkurt annað gerast.
Ikki upp á tal
Hví ikki luta játtanina til serviðgerð uttanlands sundur ímillum tey trý sjúkrahúsini, soleiðis sum tey smáu sjúkrahúsini hava skotið upp?
- Tað kemur ikki upp á tal, tí nú er málið at samskipa virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum og sostatt kemur ikki upp á tal at seta skott ímillum tey tey. Vit skulu hava trý sjúkrahús og tað er ikki talan um at máa grundarlagið undan teimum smáu sjúkrahúsunum.
Tey smáu sjúkrahúsini føra fram, at tað hevur gingið illa hjá Landssjúkrahúsinum at halda játtanina og at tað er eitt stórt álit at vísa teimum at geva teimum 130 milliónir afturat at umsita í sambandi við játtanina til serviðgerð uttanlands.
- Eg havi ongar viðmerkingar til tað, sum er farið, men skulu vit hava positivt samstarv ímillum tey trý sjúkrahúsini, er tað neyðugt at líta frameftir
Tey smáu sjúkrahúsini staðfesta bæði at tað gongur illa at samstarva við Landssjúkrahúsið tí at sjúklingar verða heldur settur á bíðilista enn at teir verða sendir á Suðuroyar Sjúkrahús.
- Eg farið ikki at taka dagar ímillum, hvat sjúkrahús er herviligast at forða fyri samstarvi og nú er løtan komin at líta frameftir, er stutta viðmerkingin frá landsstýrismanninum til tað.
Les eisini greinina: Aksel tosar við suðuroyingar um læknarnar










