Hondbóltur
Tað var nú ikki tað stóra av spenningi undan seinasta heimadystinum hjá VÍF-kvinnunum. Tað mesta av árinum hevur kappingin lagað seg tann vegin, at talan skuldi gerast um bronsu hjá VÍF, og seinastu nógvu umførini hevur staðfestingin av hesum bara nærkast alt meira.
StÍF hevur fyri sín part ikki havt tað stóra at spæla fyri, síðani tær av álvara lyftu seg frá Kyndli í botnstríðnum, og tí mundi tað vera so sum so við motivatiónini hjá liðunum báðum týskvøldið.
Farvæl til heimavøllin
Tað tóktist tó fyrstu løtuna, sum vildi heimaliðið um ikki annað takka fyri seg við manér, nú tær fyri seinastu ferð í vetur spældu á heimavølli, og fyrstu drúgvu løtuna at kalla runnu tær StÍF niður.
Við 19-11 í steðginum, var dysturin væl og virðiliga avgjørdur, og tó at VÍF aftur royndi at toga ferðina nakað upp eftir steðgin, so fall hetta tó skjótt niður aftur. Eitt skifti var støðan annars 32-16, men seinastu góðu tíggju minuttirnar vunnu gestirnir við 10-4, soleiðis at tær hóast alt fingu pyntað nakað um úrslitið.
Tað var kanska eisini nakað sigandi fyri intensitetin í dystinum, at størstu klappini mundu koma, tá liðleiðarin hjá VÍF, Alis Høghamar, kom á vøllin. Hon hevur bara spælt eitt stað millum lítið og einki í ár, men hon fekk so seinasta korterið, og hon fekk so eisini eitt mál, tá hon gjørdi fulla nýtslu av einum brotskasti, sum hon eisini sjálv hevði vunnið.
Og sum nevnt, so vissaði hesin sigurin so VÍF bronsumerkini, sum kortini neyvan vóru farin nakran veg. Serliga ikki, tá talan er um dyst móti Kyndli í seinasta umfarinum. Ein dystur, har VÍF helst eisini fer at spæla fyri nógvum áskoðarum, tó at tað fyrst og fremst munnu vera menninir hjá felagnum, sum hesi tá koma at hyggja at.
Dysturin í tølum
VÍF-StÍF 36-27 (19-11)
Málskjúttar
VÍF: Nikolina Eyðbjørnsdóttir 7, Sóley Mikkelsen 6(1), Ioana Rápa 6(1), Jacklin Durhuus 5, Fríða Marjunardóttir 4, Irina Radovici 3, Eyðritt Andreasen 2, Torgunn Johansen 1, Alis Høghamar 1(1), Linda Johannesen 1(1)
StÍF: Anna B. Danielsen 7, Ninna K. Johansen 6, Melica Ergic 5(1), Poula D. Olsen 4, Sunfríð B. Jacobsen 2, Paula B. Høgnesen 2(1), Katrin Petersen 1
Brotskøst: VÍF 4, StÍF 4
Útvísingar: VÍF 1, StÍF 3
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Ongar trupulleikar.