- Hetta er bara ein spurningur um vilja hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Tað heldur Kristianna Winther Poulsen, sum hevur sæti á tingið fyri Sjálvstýrisflokkin í hesum døgum. Hon hevur spurt Jørgen Niclasen um møguleikan fyri at avtaka, ella lækka, mvg á heilsugóðum mati fyri at eggja fólki til at eta sunt. Men tað er jørgen Niclasen ikki sinnaður til
Les her, hví Jørgen Niclasen ikki er sinnaður at lækka mvg á summum matvørum
Kristianna Winther Poulsen er ikki serliga væl foreint við svarið hon fekk frá landsstýrismanninum.
Hon skilur ikki, at landsstýrismaðurin púra vísur tí aftur. Hinvegin heldur hon lítið um páhaldið hjá landsstýrismanninum um, umsitingarliga er tað so tvørligt at hava ymiskt mvg á ymsum vørum, soleiðis at neyðsynjarvørur og heilsugóður kostur verður bíligari. - Tað ber væl til nógva aðrstaðni, so tað er bara ein spurningur um vilja, sigur hon. - Tað ber til í nógvum øðrum londum at hava ymiskt mvg á ymsum vørum, so tað eiga vit eisini at klára. So mikið vænti eg, at umsitingin hevði megnað, sigur Kristianna Winther Poulsen.
Hon vísir á, at Diabetisfelagnum í Føroyum, hava tey mælt til at lækka mvg á heilsugóðum mati. - At tað ikki skal bera til at stýr matvanunum hjá fólki, trúgvi eg ikki, tí tað ber til aðrastaðni, so tað ber eisini til í Føroyum, bara viljin er til staðar, sigur tingkvinnan.
- Ístaðin fyri, at Jørgen Niclasen bara hugsar um alt tað, sum ikki ber til, vóni eg, at hann heldur fer at hugsa um tað, sum ber til, sigur Kristianna Winther Poulsen. Hon sigur, at sum samfelag er tað ein stór avbjóðing at eggja fólki til at eta heilsugott fyri at fyribyrgja ovurfiti, sukursjúku, og øðrum vælferðarsjúkum, tí tær kosta samfelagnum nógvan pening.
Annars vísir Jørgen Niclasen á, at frammanundan rindar landið mvg av mjólk aftur fyri at halda prísinum niðri. Hann vísir annars á, at tað kann vera ringt at semjast um, hvat er heilsugóður kostur og ikki. Men eisini hetta heldur Kristianna Winther Poulsen lítið um. - Tað ber til nógva aðrastaðni og hevði eisini borið til hjá øllum. - Annars er mvg tann mest flati og ósosiali skattuin, tí øll rinda líka, sama, hvussu tey eru fyri fíggjarliga, sigur hon. - Tí hevði tað lætt munandi um gerandisdagin hjá veikum bólkum, høvdu tey fingið neyðsynjarvørur 10-15 prosent bíligari, leggur hon afturat.
|