Bara ein sigur frá EM finaluni

Portugal, Spania, Týskland og Italia ætlar sær øll í EM finaluna, men tað er bara pláss fyri tveimum av teimum. Týskland og Spania eru favorittar at vinna seg víðari

Í kvøld og í annaðkvøld verða hálv­finalurnar í EM endaspælinum í Póllandi og Ukraina. Portugal og Spania stríðast um annað plássið, meðan Týskland og Italia kempa um hitt finalu plássið. Týskland er stórfavorittur at vinna á Italia, men munurin millum Spania og Portugal tykist minka, nú portugisar hava havt hvíld í tveir dagar longri enn spaniólar.

Portugal – Spania
í kvøld kl. 19.45 (Donetsk, Ukraina)

Cristiano Ronaldo er til reiðar
Spania er eitt betri lið enn Portugal. Tað er tað ikki nakar ivi um, men Portugal hevur ein møguleika at vinna á Spania yvir ein dyst. So­mikið av dygd er á portugisiska lið­num. Við Cristiano Ronaldo á odda hevur Portugal vunnið seg úr torførasta bólkinum í enda­spæl­inum, og vunnið á Kekkia í fjórð­ings­finaluni.
Í sponsku leguni hava teir gramt seg um troyttleika, nú spanska landsliðið ikki hevur havt summar­feriu í fimm ár. Tað kom tí illa við, tá teir gekk upp fyri teimum, at teir hava tveir dagar minni at hvíla í til hálvfinaluna enn mótstøðuliðið.
– Tríggir dagar at hvíla til ein dyst er ríkiligt. Sum yrkisleikari, so veit eg at tað ikki verður tað, ið kemur at gera munin, sigur Cristiano Ronaldo undan hálvfinaluni í kvøld.
Cristiano Ronaldo spælir til dag­ligt við spanska stórfelagnum, Real Madrid, men hann kennir ikki á sær, at tað verður væntað nógv av honum til akkurát hendan dystin.
– Eg kenni ikki mær at tað er eitt ávíst trýst á mær. Eg havi spælt dystir sum hesar í nógv ár, bæði við landsliðnum og feløgunum hjá mær, sigur Cristiano Ronaldo.
Portugal hevur ikki verið í eini finalu síðani EM endaspælið í 2004, tá portugisar á heimavølli taptu í finaluni fyri grikkum.
– Tað er deiligt at vit nú kunnu koma í eina finalu aftur, men eg veit eisini at tað verður torført, sigur Cristiano Ronaldo.

Spania – við ella uttan áleypara
Ein tann størsti spurningurin hjá spaniólum er um teir byrja við ein­um framherja, ella halda fast við at bara hava framrættaðar miðvallarar á topp. Fernando Torres er ikki tann sami, sum hann hevur verið, meðan hinir framherjarnir í hópinum ikki sleppa framat.
Vicente Del Bosque valdi til fyrsta dystin í bólkaspælinum móti Italia, at Cesc Fabregas inni fyri Fernando Torres, sum hinvegin byrjaði inni móti bæði Írlandi og Kroatia.
Móti Írlandi var ongantíð nakar vandi á ferð, meðan venjarin valdi at skifta Fernando Torres út móti Kroatia, tá tað stóð mest á. Umframt tað, so sat Chelsea framherjin á bonk­inum, tá spaniólar vunnu á Frak­landi.
Hetta er ein ábending um, at Vicente Del Bosque kennir seg trygg­ari við ongum framherja.
Seinast Spania tapti í einum EM endaspælið var í Portugal móti júst Portugal.

Týskland – Italia
í annaðkvøld kl. 19.45 (Warsaw, Pólland)

Týska maskinan vísur ongar veik­leikar í løtuni. Breiddin er eisini góð bleiv staðfest í fjórðings­final­uni, har týskarnir valdi at spara tríggjar av stóru framrættaðu stjørn­unum. Mario Gomez, Thomas Muller og Lukas Podolski blivu allir spardir, men tað gav als ikki týsku maskinuni nakrar sum helst trupul­leikar móti Grikkalandi.
Týskland hevur eisini ein stór­an fyrimun í mun til Italia. Teir hava, eins og Portugal, tveir dagar longri hvíla seg í. Umframt tað, so spældi Italia eina krevjandi dyst móti Ong­landi, sum endaði við brots­sparks­kapping. Italia hevði heldur ikki ráð at spara upp á nakrar av sínum betru leikarum.
Týskland hevur hildið fast við sína 4-2-3-1 uppstilling og tað er ósannlíkt, at Joachim Löw fer at gera nakrar stórvegis broytingar í mun til tað liðið, sum spældi í bólka­spælinum.
Itaia hevur hinvegin skift millum 3-5-2 og 4-4-2, alt eftir hvørjum teir hava spælt ímóti. Móti Spania valdu italiumenn at fylla miðvøllin og spæla við 3-5-2. Spurningurin er um tað verður ein 3-5-2 uppstilling við koma at síggja við tí fyri eyga at lukka niður menn sum Mesut Özil.
Týskalnd hevur vunnið fimm av seks EM hálvfinalum, men teir hava ongantíð vunnið týdningarmiklan dyst móti Italia, skirvar UEFA.com
Eitt er vist – tað verður spenn­andi!