Bara ein kjarnorkubumba kann steðga Ísrael

Avgerðin hjá ísraelsku myndugleikunum at gera ein gonguveg niðan til al-Aqsa moskuna í Jerusalem hevur fingið øði í muslimar í fleiri londum.

Palestinar hava mótmælt ísraelsku avgerðini, og mótmælini hava verið so harðlig, at borgarstjórin í Jerusalem, Uri Lupolianski, gjørdi av at steðga arbeiðinum mánadagin. Men sambært ísraelskum fjølmiðlum bleiv arbeiðið steðgað, tí brek var við onkrari maskinu, og tí verður arbeiðið tikið uppaftur fyrsta dagin.

Palestinararnir bera ótta fyri, at byggiarbeiðið kann skeikla teir gomlu veggirnar í Al-Aqsa moskuni, sum er eitt av teimum mest halgu støðunum hjá muslimum, og at tað í ringasta føri kann enda við, at moskan rapar. Tað hevur fingið muslimar í fleiri londum at mótmæla ísraelsku vegagerðini, og í gjár var málið fyri í egyptiska tjóðartinginum.

-Tað forbannaða Ísrael roynir at oyðileggja Al-Aqsa moskuna. Tað einasta, sum kann steðga landinum, er in kjarnorkubumba, segði tinglimurin Mohammed el-Katatny, sum er limur í flokkinum hjá Hosni Mubarak, forseta.

Egyptaland var tað fyrsta arabiska landið, sum skrivaði undir friðarsáttmála við Ísrael. Tað var í 1979, men nógvir egyptar meta framvegis Ísrael sum fígginda orsakað av stríðnum millum ísraelsmenn og palestinar, skrivar AP.

-Vit eru framvegis í kríggi við Ísrael, sama um okkum dámar tað ella ikki, segði tinglimurin Khalifa Rawdan.

Undir tingviðgerðini í gjár mæltu fleiri tingmenn stjórnini til at ógilda allar sáttmálar við Ísrael. Men tingið hevur ongan avgerðarrætt í slíkum málum. Tað er einans Hosni Mubarak, forseti, sum kann taka slíkar avgerðir, og hann hevur fyrr sýtt fyri at ógilda friðarsáttmálan við Ísrael.