Hóast rættiliga nógv fólk hava verið í Klaksvík í nátt – og nógv teirra í kátum lag, so hevur tað ikki elvt til stríð hjá politinum.
Tað varð boðað frá einum húsaófriðið í Klaksvík tíðliga í morgun, sum løgreglan mátti taka sær av, annars hevur tað ikki verið tað stóra.
Á tjaldingarplássinum í Klaksvík ringdi onkur eftir politinum, tí viðkomandi vildi vera við, at onkur hevði stjolið okkurt í einum tjaldi. Politiið kom á staðið, og tá alt kom til alt, so kendust tann, ið átti, og tann, sum skuldi hava tikið, so gjørdist ikki politimál kortini.
Vakthavandi hjá politinum sigur, at tað hendir so ofta, at tey fáa ógreiðar fráboðanir frá fólki, sum hava fingið ov nógv innanborða.
Í klivanum á politistøðini í Klaksvík hevur ein persónur gist í nátt. Hann varð tikin inn um midnáttarleitið, tí hann var so drukkin, og verður sleptur útaftur, tá hann hevur sovið rúsin av sær.
Annars hevur tað verið sera friðarligt, sigur vakthavandi.