Bara ein føroyingur við korona

Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest koronasmittuna. Hetta byggir á í alt 8.403 kanningarúrslit. Sostatt er heldur eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið

Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 186 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.