Hetta vikuskiftið hevur løgreglan í Havn gjørt nógv burtur úr at steðga bilum við tí fyri eyga at kanna eftir um bilførararnir vóru edrúir, og um tey høvdu koyrikortið uppi á sær.
Tað gjørdi løgreglan bæði leygarnáttina og í nátt, men tilsamans var úrslitið, at av øllum bilunum, sum vóru steðgaðir, var tað bara ein bilførari, sum er skuldsettur fyri at koyra við kenning.
Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið eitt stak friðarligt vikuskifti.
Annars var myndin ein heilt onnur, tá ið løgreglan gjørdi ferðslukanningar seinnapartin fríggjadagin, tí tá vísti tað seg, at tað var okkurt galið við fjórða hvørjum bili. Tað kanst tú lesa meiri um HER