Nú nógvir spælarar eru burturstaddir við U21-landsliðnum, eru flestu dystir í Vodafone-deildini útsettir til mikukvøldið, tá landsliðið skuldi verið komið væl og virðiliga heimaftur. Kortini er ein dystur á skránni, og hann verður á Sandi sunnudagin klokkan 15, tá B71 tekur ímóti KÍ.
Heimaliðið er longu fokið, tí 14 stig eru upp til bjargingina, nú bara níggju stig eru eftir at spæla um. Og KÍ man hinvegin í veruleikanum hava bjargað sær, hóast tað teoretiskt ikki er heilt upp á pláss enn.
Úrtøkan hjá sandoyingum hevur verið serstakliga soltin, tí av teimum higartil 24 spældu dystunum, hevur B71 bara vunnið tríggjar og spælt tveir javnar.
Kappingarárið byrjaði við einum B71-heimadysti á Argjum, tí vøllurin á Sandi var ikki klárur, men har gjørdi KÍ rættiliga bart og vann ein »tennissigur«. Við til søguna hoyrir, at B71 fekk tveir mans útvístar, men 6-0 talaði allíkavæl fyri seg.
Hinvegin, so er ein av teimum trimum sigrunum hjá B71 í ár vunnin í Klaksvík, tí fyrst í august vunnu sandoyingar 2-1. Tiltikið er, at KÍ vinnur ongantíð, tá nakað serligt er á vási í Klaksvík, og hesin dysturin var spældur leygardagin á Summarfestivalinum…