Bara dansurin eftir í Hvalba

Verkfallið hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar arbeiðskvinnufelag hevur fingið avleiðingar fyri Bóltfelagið Royn í Hvalba. Dansur verður tó bæði kvøldini

 

Verkfall


Verkfallið, sum nú hevur lagt stóran part av landinum lamið, rakar ikki bara arbeiðsgevarar og vinnulív. Viðhvørt raka verkfall eisini tey, sum tað ikki varð ætlað at raka.

Uttan at taka støðu til verkfallið annars, hava hvalbingar nú eisini verið noyddir at ásanna, at tað longu hevur fingið avleiðingar fyri Bóltfelagið Royn.

Hvalbingar ætlaðu at hava bygdarstevnu hetta vikuskiftið, men tað hava teir nú verið noyddur at avlýsa. Tað er ikk loyvt a flyta farm suður og ongar vørur verða útflýggjaðar og bar ikki til at fáa ein stóran part av tí tilfarið og útgerð, sum skuldi brúkast á stevnuni.

Tí var onki at gera, uttan at avlýsa stevnuna.

Men kortini er ætlanin at hava dansin, sum ætlað. Sostatt fer vestmannabólkurin Moonshots at spæla til dans í Roynhøllini bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið