Sambært amerikonskum stóríleggjara hava vit bara sæð byrjanina til eitt illveður á fíggjarmarknaðinum Aftur í morgun fella virðisbrøvini á marknaðunum í Asia, og sambært amerikanska stóríleggjaranum George Soros verður tað verri enn.
-Tey, sum halda, at illveðrið er um at hasa av, mistaka seg. Tað er júst byrjað, sigur hann.
Amerikonsku myndugleikarnir viðganga, at teir halda eitt vakið eyga við teimum báðum stóru íløgubankunum, sum eru eftir í Wall Street. Tað eru Goldman Sachs Group og Morgan Stanley.
Sambært amerikonsku fjølmiðlunum stúra íleggjarar fyri, hvat fer at henda, um royndin at bjarga tryggingarfelagnum AIG miseydnast.
-Tað eydnaðist okkum at skáka okkum undan kúluni, men vit vilja fegin vita, um talan veruliga er um vápnahvíld nú, sigur Jack A. Ablin, sum er íløgustjóri hjá Harris Private Bank, við amerikonsku fjølmiðlarnar.










