Mangastaðni kring landið skipa feløg og felagsskapir fyri loppumarknaði. Soleiðis var eisini í Klaksvík leygardagin, tá ókeypis var at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin.
Millum teir meiri forkunnugu lutirnar á hesum loppumarknaðinum, sum fólk í Klaksvík skipaðu fyri í fimleikarhøllunum, vóru einar orange-littar gardinur.
Tað serstaka við hesum gardinum var, at tær helst bert vórðu brúktar ta einu ferðina samanlagt í trý ár.
Sambært tekstinum, ið lá við gardinunum, vóru tær brúgtar ella brúktar sum vit siga í dag frá 1979 til 1982 á Oyrasundskollegium.
Nógv varð selt henda dagin, men sagt verður einki um, hvørt nakar fór avstað við hesum 30 ára gomlu gardinunum.
(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)