Bara botnurin at spæla um

Oddaliðið B68 hevur fýra umfør at geva av, og tað skulu í hvussu so er trý umfør til fyri at koppa FSV04 av uppflytingarplássi

Fótbóltur

 

Tað leingist millum tey bæði toppliðini og hini. Í 11. umfari vunnu bæði B68 og FSV04, meðan ÍF, sum framvegis er á triðja plássi, einki fekk burturúr. Harvið er munurin frá B68 og aftur til ÍF tíggju stig.

Tað vil við øðrum orðum siga, at tað í hvussu so er skulu fýra umfør til fyri at fáa B68, sum enn ikki er farið stigaleyst av vølli, av uppflytingarplássi, og at tað skulu í hvussu so er trý umfør til fyri at fáa FSV04 av uppflytingarplássi.

Toppuppgerðin var í Fuglafirði, har tað var tætt og spennandi. Heimaliðið gav ikki gestunum av Toftum nakað eftir, men toftamenn høvdu marginalirnar á sínari síðu. Í einari støðu í 2. hálvleiki bjargaðu teir fleiri ferðir á málstrikuni, og í evstu løtu eydnaðist tað teimum at fáa sigursmálið.

Jann Ingi Petersen gjørdist púra leysur innanfyri ÍF verjuna í høgru. Í staðin fyri at royna sjálvur ímóti málinum, spældi hann skilagott upp á tvørs til Alexandro, sum var púra blankur, tá ið hann trillaði bóltin í tóma ÍF málið.

Í Leirvík eydnaðist tað endiliga LÍF aftur at fáa stig burturúr. Teir næstbestu í NSÍ vitjaðu, og tað var rættiliga spennandi. NSÍ var fyrstu stóru løtuna leikliga omaná, men teir fingu ikki mál. Seinna partin av 1. hálvleiki mentist heimaliðið, og tá skoraði Adrian Joensen tvey mál.

Í fyrra førinum stýrdi hann við høvdinum bóltin í málið eftir innlegg úr vinstru frá Magnusi Skoralíð, og í seinna førinum skoraði Adrian eftir innlegg úr høgru frá Sølva Vatnhamar.

Spenningur kom í aftur, tá ið ein tími var farin. Øssur Dalbúð sesndi við høvdinum bóltin í LÍF málið, men heimaliðið megnaði at halda tørn um tepru leiðsluna.

Í Sandavági megnaði FSV04 í tættari grannauppgerð at vinna 1-0. Einsamalla málið skoraði Hilmar Sveinbjørnsson tíggju minuttir undan steðginum. Fríspark úr stórari fjarstøðu rakti í handara stólpan og í høvdið á annars óføra SÍ málverjanum, áðrenn bólturin fór í málið.

Sørvingar eru niðarlaga á støðutalvuni, men teir góvu heimamonnunum ein skarpan gang – serliga í 2. hálvleiki.

Niðast av øllum er B36. Hesa ferð var árstalsfelagið partur av grannauppgerð í Gundadali. Unglingaspælarin Jóhan Petur Olsen legði HB framum, men Jóhan Ellingsgaard svaraði aftur undan steðginum, og í 2. hálvleiki kom einki mál.

Fimm ferðir á rað hevur tað ikki eydnast TB at vinna fulla úrtøku. Hesa ferð gekk betur. 2. hvítusunnudag vann TB 2-0 á Sevmýri ímóti teimum næstbestu í KÍ.

Einki mál kom í 1. hálvleiki. Eftir steðgin skoraði Allan Poulsen beinanvegin við góðum skoti úr brotsteiginum, og miðskeiðis í 2. hálvleiki økti Óli Johannesen, eftir at hann hevði fingið tamarhald á langari sending frá málverjanum, Ivan Stojkovic. Hesa ferð var Óli Johannesen alla tíðina í TB álopinum.

Nú verður steðgur í landskappingini inntil annan leygardag. Tá sær skráin soleiðis út: TB-LÍF, HB-ÍF, FSV04-B68, B36-NSÍ og KÍ-SÍ. Talan verður altso um toppuppgerð á Valloyrini í Sandavági.