Bara Bill kann forða Hillary í at gerast uttanríkisráðharri

Republikanararnir halda tað vera eitt gott hugskot, at Hillary Clinton verður uttanríkisráðharri

Barrack Obama hevur sett ein bólk av løgfrøðingum at kanna tey persónligu og tey fíggjarligu viðurskiftini hjá Bill og Hillary Clinton, tí tey skulu vera í lagi, fyri at Hillary kann taka við sum amerikanskur uttanríkisráðharri.

The Times skrivar, at løgfrøðingarnir hava millum annað kannað viðurskiftini hjá stovninum Clinton Global Initiative, sum stríðist ímóti AIDS, malaria og fátækradømi í Afrika og Asia. Samstundis hava løgfrøðingarnir kannað, hvat samband Bill Clinton hevur við ymisk lond og fyritøkur, sum framleiða heilivág.

-Hetta kann vera tann fyrsta forðingin. Hann ger eitt gott arbeiði, og eingin vil forða honum í at gera tað. Men vit mugu tryggja okkum, at hansara virksemi ikki kann elva til trupulleikar, sigur ein av ráðgevunum hjá Obama við The Times.

Teir løgfrøðingarnir, sum hava kannað tey fíggjarligu viðurskiftini hjá Clinton-hjúnunum, hava sambært The Times kært seg um vantandi samstarvsvilja frá hjúnunum, men hetta sigst vera betur nú, skrivar blaðið.

 

Góð viðmæli

Bill Clinton hevur sagt, at eftir hansara tykki fær USA ein góðan uttanríkisráðharra, um Barrack Obama ger av at velja Hillary Clinton til tað embætið.

Republikanararnir halda eisini, at hon er eitt væl egnað boð upp á uttanríkisráðharrastarvið.

-Hon er ein sera skilagóð kvinna, og hon hevur prógvað, at hon er til reiðar at stríðast fyri at røkka sínum málum. Hon hevði verið eitt sera gott val, sigur fyrrverandi republikanski uttanríkisráðharrin Henry Kissinger við Bloomberg News.

Jon Kyl fra Arizona, sum er næstformaður í republikanska tingbólkinum í Senatinum, sigur við Fox News, at Hillary Clinton er væl egnað sum uttanríkisráðharri. Hann vísir millum annað á, at hon hevur drúgvar royndir.

Ein annar kendur republikanari, guvernørurin Arnold Schwarzenegger, at Obama tekur eina skilagóða avgerð, um hann fær sær Hillary Clinton til uttanríkisráðharra.