Upptakt
Tá vágbingar í dag fara á vøllin í Gundadali, kunnu teir spæla so frígjørt, sum teimum lystir, tí teir hava einki at missa. Bara æran er at spæla fyri hjá VB, sum fyri viku síðani vísti tenn og vann á KÍ.
Hinvegin noyðist B36 at gera sítt besta fyri at vinna, samstundis sum ein vón verður sett til, at EB/Streymur á Eiði kann taka stig frá GÍ, ið bara er framman fyri B36, takkað veri roknistykkinum um innanhýsis uppgerðir.
? Tað sigur seg sjálvt, at vit fara at stríðast fyri kjansinum, tí hóast Intertoto Cup-kappingin ikki er tað sama sum Europa Cup og UEFA Cup, er hetta ikki nakað, vit lata fara aftur við borðinum uttan víðari, sigur B36-arin Jens Kristian Hansen.
? Serliga fyri teir ungu spælararnar hevur tað nógv av siga, at teir sleppa at royna seg í europeisku kappingunum, so vit fara á vøllin fyri at vinna og einki annað.
John Petersen og Julian Johnsson, ið báðir blivu útvístir í GÍ-dystinum fyri viku síðani, hava sjálvandi karantenu. Men hinvegin er Jákup á Borg við aftur eftir skaðasteðg, meðan tað eitt sindur ivasamt, um Bárður Mortansson verður klárur.
Unglingar fáa kjansin
VB hevur kanska ikki hevur so nógv at stríðast fyri, so skal B36 ikki ivast í, at vágbingar vilja vísa enn eina ferð, at teir ? hóast eitt skuffandi sjeyndapláss ? altíð kunnu gera seg galdandi.
? Hjá okkum ræður bara um at fáa ein góðan enda á kappingarárinum, og tað gera vit best við at vinna í Havn, sigur VB-málverjin Bjarni Johansen.
Helst fer hann á vøllin við liðskiparabindinum í dag, nú Eyðun Jacobsen í vikuni fór av landinum. Slobodan Madzar hevur karantenu, men annars hevur VB alt fólkið til taks í dag.
Við í hópinum eru eisini tveir av teimum, sum júst hava vunnið føroyameistaraheitið í unglingadeildini, Símun Samuelsen og Jákup Olsen. Tað boðar bara frá góðum, at vágbingar royna at halda teimum yngru til.