Í Íslandi hava níggju altingslimir lagt fram eitt uppskot, sum hevur til endamáls at avmarka roykingina. Uppskotið er í tveimum. Í fyrra lagi skjóta tey upp, at tað verður bannað at roykja í tí almenna rúminum, og í seinna lagi er endamálið at banna handlum og øðrum at selja sigarettir og aðrar tubbaksvørur. Ístaðin fyri skulu fólk á apotekið, skulu tey hava tubbaksvørur, og prísurin skal 10 prosent upp.
Tey, sum hava lagt uppskotið fram, siga, at ætlanin at savna alla tubbakssølu á apotekunum skal millum annað forða fyri, at ungfólk keypa sigarettir og aðrar tubbaksvørur, hóast tey ikki hava aldur til tað sambært lógini.
Ein kanning á Hafnarfirði hevur víst, at av 21 sølustøðum vóru tað fýra, sum seldu ungum tubbaksvørur, hóast tey vóru ov ung. Hetta er harafturímóti sjáldsamt á rúsdrekkasøluni, sum er einkarsøla, og tí mæla tey níggju til at leggja tubbakssøluna undir eina líknandi skipan.