Aftan á atsóknina í USA 11. september í 2001 samtyktu fleiri lond strangar lógir, sum skuldu gera tað møguligt at forða fyri yvirgangi. Eitt nú fekk løgreglan munandi víðari heimildir at handtaka og at varðhaldsfongsla fólk.
Tað hevur kortini víst seg at vera sera torført at fáa tey tiknu dømd. Ein uppgerð í Bretlandi vísir, at har hevur løgreglan handtikið 554 fólk sambært yvirgangslógini, men higartil hava bara seks teirra fingið dóm. 98 onnur eru skuldsett, og 17 eru sett í varðhald í óásetta tíð. Sambært BBC hava nøkur teirra sita í varðhaldi meiri enn tvey ár uttan at vera skuldsett.
Samstundis halda handtøkurnar fram um alt Evropa. Tær seinastu vikurnar hava myndugleikarnir í Spania, Bretlandi, Danmark, Svøríki, Týsklandi, Grikkalandi, Belgia og Niðurlondum tikið meiri enn 80 fólk, sum verða sett í samband við yvirgang ella yvirgangsfelagsskapir.
Bara í Spania eru 18 fólk tikin og sett í samband við atsóknina at tokunum í Madrid tann 11. mars.










