Bara 38 útróðrarmenn eftir í øllum Føroyum

Tað gongur skjótt aftur á við útróðuri í Føroyum og nú eru bara 38 fult riknir útróðrarbátar eftir í Føroyum.

Tað upplýsir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í fiskivinnumálum, fyri løgtinginum í dag.

Henrik Old, tingmaður, hevur spurt landsstýrismannin, hvussu stendur til við útróðrarflotanum.

Hendrik Old sigur, at nakað síðani vóru krøvini herd fyri at útróðrarmenn kundu sleppa við í Trygdargrunnin.

Sostatt skuldu útróðrarmenn avreiða fyri minst 400,000 krónur um árið fyri at koma undir skipanina við inntøkutrygd.

Men í summar varð upphæddin lækka niður í 300.000 krónur.

Jacob Vestergaard, upplýsti, at fiskiárið 2008-2009 vóru 95 fult riknir útróðrarbátar í Føroyum.

Í seinasta fiskiárið frá 2011-2102 vóru 46 fult riknir útróðrarbátar í landinum.

Men í hesum fiskiárinum eru bara 38 loyvi útskrivað til fult riknar útróðrarbátar.

Jacob Vestergaard sigur, at inntøkutrygdin varð løgd undir vinnuna at umsita og síðani hevur tað verið stýrið, sum mælir til, hvørjar upphæddir skulu vera galdandi.

Jacob Vestergaard vísir á, at útróðrarflotin er minkaður javnt og samt hesi síðstu árini, men hann heldur eisini, at vánaligur fiskiskapur hevur verið ein orsøk.

Samstundis heldur hann, at økisfriðingar seinasta vetur rakti útróðrarflotan meint.

Hendrik Old heldur ikki, at økisfriðingarnar hava alla skyldina av minkingina.

Og hann spurdi um ikki Løgtingið hevði verið sinnað til at veitt útróðrarmonnum eina inntøkutrygd vetrarmánaðir.

Men hann helt, at tað má gerast nú, tí útróðurin er komin á gravarbakkan og skjótt er tað ov seint og missa útróðrarflotan.

Og tað verður ein øgiligur missur, helt hann.

Hesum var Jacob Vestergaard ikki samdur í. Hann vísti á, at nú hevði politiska valdið lagt inntøkutrygdina undir vinnuna, so nú bar ikki til at taka hana av ræði og áseta eina serliga inntøkutrygd til útróðrarmenn.

Myndin er ein savnsmynd av útróðrarmonnum í Klaksvík.