Bara 37 prosent halda hámarksferðina

Í spildurnýggjari kanning, sum Lóður hevur gjørt fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd, svara einans 37%, at tey koyra 80 km/t ella lægri á vegum, har mest loyvda ferð er 80 km/t

64% siga seg ofta/altíð, ella av og á koyra ov skjótt. Til samanberingar siga færri enn 2% tað sama um rúsdrekkakoyring.

Tá ið fólk verða spurd um hugburðin til ferð, meta heili 51%, at tað verður góðtikið millum bilførarar í Føroyum at koyra ov skjótt.

Men meðan fólk í stóran mun siga seg koyra ov skjótt, og meta at tað verður góðtikið millum føroyingar, so vita vit, at ov nógv ferð er nógv størsta orsøk til skaðar í ferðsluni. Og tá álvarslig ferðsluóhapp henda, er ov nógv ferð aloftast ein av orsøkunum til óhappið, ella hvussu álvarsligar avleiðingarnar verða, sigur Ráðið Fyri Ferðslutrygd í tíðindaskrivi.

Heili 52% meta eisini, at ov nógv ferð er størsti skaðafaktorur í ferðsluni. Hetta verður mett hægri enn bæði gáloysni og rúsdrekka, sæst í kanningini.

Í sambandi við nýggju kanningina skipar Ráðið Fyri Ferðslutrygd fyri einum átaki at halda hámarksferðina. Í hesum sambandi fer løgreglan at gera ferðmátingar kring landið, og millum annað filmsátakið ’Halt hámarksferðina, ókey?’ fer at koyra. 

Átakið byrjar 30. september og heldur fram í tríggjar vikur.