StÍF og VB hava ein lítið virknan leiklut á stigatalvuni í løtuni.
Tað er bara ovastu liðini, sum veruliga hava sítt at stríðast fyri. Hini liðini vóna hinvegin at stjala stig frá Stjørnuni, Tjaldri og Neistanum.
VB fekk tvey stig í skjáttuna fríggjakvøldið. Kvinnurnar úr Vági vitjaðu hjá StÍF, sum er botnlið.
Tað var lítið veiggj í álopsspælinum, og bara 28 mál komu.
VB vann 18-10 og vann seg upp á fjórða plássið í SunSet-deildini.










