Bara 26 prosent av almennum stjórum eru kvinnur

Men verður hugt eftir almennum starvsfólki við leiðsluábyrgd av ymsum slagi, er kynsbýtið munandi javnari

Tað eru bara 26 prosent av almennu stjórunum, sum eru kvinnur. Tað staðfestur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna uttanfloks, hevur spurt landsstýriskvinnuna, hvussu kynsbýtið er hjá tí almenna-

 

Men Kristina Háfoss sigur, at teir flestu almennu stjórarnir eru løntir sum tænastumenn ella eftir serstøkum sáttmála, men skúlastjórar eru løntir eftir sáttmála við Lærarafelagið

 

Teir stjórar, sum eru umfataðir av hesum sáttmálunum, eru tilsamans 111 í tali. Av teimum eru 82 menn og 29 eru kvinnur. Sostatt eru tað 26 prosent av stjórunum, sum eru kvinnur. Kristina Háfoss sigur, at hinvegin er tað so trupult at finna tølini fyri varastjórarnar við so stuttum skotbrái.

 

Tað sama ger seg galdandi fyri deildarleiðarar hjá tí almenna, men verður hugt eftir øllum starvsfólkunum, sum hava eina ella aðra leiðsluábyrgd, ella deildarleiðarar, bólkaleiðarar, leiðandi lærarar, yvirlæknar, maskinstjórar, og líknandi, er talan um 616 starvsfólk. Av teimum eru 323 menn og 293 kvinnur, og sostatt eru menninir 52  prosent og kvinnurnar eru 48 prosent.

 

Landsstýriskvinnan leggur afturat, at verður hugt eftir øllum almennum starvsfólkum, sum hava eina fasta mánaðarløn upp á minst 34.000 krónur, vísir tað seg, at tilsamans eru tað 1.077 almenn starvsfólk. Av teimum eru 627 menn og 450 kvinnur, og kvinnurnar eru sostatt 42 prosent.

 

Verður so hugt eftir teimum, sum hava eina fasta løn upp á minst 40.000 krónur um mánaðin, vísir tað seg, at talan er um 565 almenn starvsfólk tilsamans. Av teimum eru 328 menn og 237 kvinnur og sostatt eru kvinnurnar eisini 42  prosent av hesum bólki.

 

Landsstýriskvinnan vísir samstundis á, at Landið hevur fleiri ymisk fólk í starvi, sum eru ráðgevarar av ymsum slagi, eitt nú námsfrøðiligir ráðgevar. Men fyri at kunna gera kynsbýtið upp, hevur hon avmarkað seg til at telja ráðgevar og serfrøðingar, sum eru settir eftir sáttmálanum við Búskapar- og Løgfrøðingafelagið.

 

Av teimum 186 starvsfólkunum, ið eru sett eftir sáttmálanum við Búskapar- og Løgfrøðingafelagið, eru 25 ráðgevar. Av teimum eru 13 menn og 12 kvinnur, og kvinnurnar eru sostatt 48 prosent av hesum bólki.

 

Kristina Háfoss vísir annars á, til úrslitini av eini kanning frá 2009, sum vísir, at størsti parturin av lønarmuninum ímillum kvinnur og menn kann forklárast við aldri, útbúgving og starvsinnihaldi.

 

Men tað varð eisini staðfest, at tá ið lagt er upp fyri hesum, tjena menninir 2,9 prosent meiri enn kvinnurnar og tað er ein munur, sum ikki kann forklárast. Hesin munur kann bara tilskrivast sjálvum kynsmuninum, heldur Landsstýriskvinnan.