Tað fer at standa á gomlum nøglum hjá danska manslandsliðnum í hondbólti tey seinastu umførini í millumspælinum í EM endaspælinum í hondbólti.
Næstseinasti dysturin hjá danskarum í millumspælinum verður dysturin ímóti Svøríki, týskvøldið 26. januar klokkan 19.30. Minni enn eitt samdøgur aftaná, mikudagin 27. januar klokkan 17.15 skal Danmark spæla seinasta dystin í millumspælinum ímóti Týsklandi.
Hetta hevur fingið ilt í danska hondbóltssambandið, sum hevur klagað um, at danska liðið fær minni enn eitt samdøgur at koma fyri seg til alt avgerandi dystin ímóti Týsklandi. Týskland spælir sín næstseinasta dyst í millumspælinum ímóti Russlandi sunnudagin 24. januar, og tí heldur danska hondbóltssambandið, at Týskland fær ein risastóran fyrimun, tá teir møta Danmark, sum hevur verið í dysti bert 20 tímar áðrenn.
Tað er tó lítið sannlíkt, at dystarskráin í EM millumbólki 1 verður broytt.











