Bara 1000 tosa koro

Granskarar hava funnið eitt nýtt, ódokumenterað mál í landnyrðingspartinum í India, nevnt koro. Granskarar hava áður hildið, at málið bert var ein dialekt í aka-mentanini, sum er ein ættarbólkur sum livir av djórahaldi og veiðu.

Nú funnu teir ístaðin eina orðanøgd og málsligan struktur, sum teir ikki hava sæð áður. Sjálvt tey fáu, sum tosaðu málið, vistu ikki at talan var um eitt serstakt mál.

Hóast tey eru partur av aka-samfelagnum, og at samfelagið metir koro sum eina dialekt, meta granskarir at munurin er stórur.

- Koro er rættiliga ólíkt aka-málinum. Tá vit komu higar fingu vit at vita, at tað var ein dialekt, men í roynd og veru er hetta eitt fjarskotið systurmál, sigur Gregory Andersen, sum stendur á odda fyri Living Tongus, ein stovnur fyri hótt mál.

Við at telja koro við, eru tað nú 6910 mál í heiminum. Roknað verður við, at millum 800 og 1200 fólk tosa koro. Men granskararnir halda hinvegin, at millum 4000 og 6000 sum tosa aka, ótilvitað eisini duga at tosa koro.