Dagurin í dag var ein av teimum heilt smáu á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya. Tilsamans góð 10 tons vóru til sølu, og meginparturin, góð átta tons, var longa frá einum línuskipi.
Longa II fekk meðalprísin 12,40 krónur, og longa III fór fyri 11,70 krónur í meðal.
Eitt sløð var av toski og hýsu. Toskur III fór fyri 14,71 krónur, toskur IV fyri 15,50 krónur, og meðalprísurin á hýsu II var 13,85 krónur.
Fiskamarknaðurin seldi tey 10 tonsini fyri 135.000 krónur.