Kanning sum Fólkaheilsuráðið hevur gjørt millum sjeyndafloksnæmingar vísir, at bara 0,2 prosent av næmingunum í sjeynduflokkunum í Føroyum roykja dagliga.
Við í kanningini vóru 488 út av 770 næmingum í 7. flokki í øllum landinum. Nakrir vóru eru ikki við, og onkur stórur skúli valdi ikki at vera við í kanningini, tá eru longu 50 næmingar, sum fara burtur av. Tey sum svarað hava, eru fyri størsta partin heilir flokkar, so tað er ikki soleiðis, at nøkur velja ikki at svara, tí at tey roykja.
– Prosentvís skuldi hetta verið umboðandi fyri støðuna í 7. flokki runt landið, sigur Fólkaheilsuráðið.
Roykir tú?
– Her vóru fýra svarmøguleikar:
Ja, dagliga
Ja, men ikki hvønn dag
Nei, men havi roykt fyrr
Nei, havi ongantíð roykt
Eingin stabbi er fyri fyrsta svarið, hetta av teirri grund, at eingin var, sum roykti dagliga. Tað var ein út av 488 næmingum, ið segði seg roykja, men ikki hvønn dag.
TRÝST HER fyri at lesa meira um kanningina.









