Bar Merkið um málið á Hawaii

Karina Ottosen gjørdist nummar 547 av øllum og tann sætt-besta í sínum bólki, tá hon í gjár kappaðist í Ironman á Hawaii

Triathlon

Karina Ottosen kom sum fyrsti føroyingurin nakran tíð um málið á stóru Ironman-kappingini, sum hvørt ár verður hildin á Hawaii. Rættin at taka lut í kappingini vann hon, tá hon í summar tók lut í kapping í Onglandi, og leygardagin fór hon sum fyrsti føroyingurin nakran tíð undir avbjóðingina á einum av heimsins mest víðagitnu kappingum.
10 tímar, 33 minuttir og 15 sekund seinni hevði Karina vunnið seg tum teir teir 3,8 kilometrarnar við svimjing, 180 kilometrar á súkklu og marathon-teinin í renning.
Sjálvt um hitin var oman fyri tey 30 stigini, so var Karina væl fyri, tá hon kom um málið. Og umvegis teldubræv letur hon frætta, at kenslan í kroppinum hesa ferð helst var betur, enn tá hon kappaðist í Onglandi í juli mánaði.