Bar ikki til at bjarga sethúsunum

Eini sethús í Rituvík brunnu í grund í morgun.

Eini sethús í Rituvík brunnu í grund fyrrapartin, tá eldur kom í tey. Tað veit Kringvarpið at siga.


Eldur kom í húsini um hálvgum ellivutíðina, men tá Skálafjarðar Sløkkilið kom á staðið, var eldurin longu so nógvur, at húsini vóru ikki til at bjarga, sigur Sunnleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðari, við KVF.


Sambært Kringvarpinum var ein eldri maður staddur í kjallaranum á húsunum, tá tað fór at brenna. Hann hoyrdi roykvarnaran og slapp sær alt fyri eitt út um, haðani hann boðsendi sløkkiliðnum. Enn er ógreitt, hví eldur kom í húsini.


Lasse Klein hevur tikið myndirnar.