Baptistarnir økjast í tali

Noreg: Seinasta árið øktist talið av limum í Baptistsamfunnet við 500, og er í dag komið uppá 10.307.

Fleiri nýggjar samkomur hava sæð dagsins ljós í farna árinum, samstundis sum aðrar hava snarað lykilin á seinasta sinni.