Baptista aftur í Real Madrid

Arsenal ynskir ikki at skriva bindandi sáttmála við brasilienska Julio Baptista, sum tískil má heimaftur til spanska felag sítt, Real Madrid. Í árunum 2003 til 2005 skoraði Baptista heili 38 mál fyri Sevilla, men síðan hevur gingið alt verri. Í 2005 keypti Real Madrid hann, men har fekk hann ongantíð veruliga gjøgnumbrotið. Í fjør var hann so leigaður út til Arsenal, men tey 10 málini í hansara 35 dystum vóru ikki nokk til at spæla seg til ein sáttmála í London-felagnum.

9. januar í ár gjørdist hann fyrsti leikari í yvir 60 ár, sum megnaði at skora fýra mál ímóti Liverpool á Anfield Road.

 

26 ára gamli Julio Baptista, sum er kendur fyri sína kropsstyrki, hevur alt sítt lív leikt sum áleypari, men undir tilveru síni í Real Madrid varð hann nógv nýttur sum miðvallarleikari.